Mentan

Gillian Anderson í Filmsfelagnum

Nýggjur filmur um eina filmsframleiðslu í Filmsfelagnum í næstu viku.

2026-10-29 13:05 Author image
Innsent
placeholder

Í hesi argandi fiktivu søgu, sum spælir við franska sjúkuorðið, miasma, er ungi leikstjórin, Kris (Hannah Einbinder), á stevnu í Sundance at vísa ein film, sum við ikoniskari styrki skal verða framhald av eini slasher røð við Gillian Anderson, so vit av nýggjum fáa ein film, a remake, hóast alt endar í einum marrudreymi, a nightmare.

Tá tað stendur ungu og framsóknu Kris í boði, at endurskapa klassisku horrorrøðina um Camp Miasma, tekur hon av. At sannføra framleiðarar um álvarsemi í ætlanini, vitjar hon upprunaligu stjørnuna, Billy Presley (Gillian Anderson), og sær til, at hon framhaldandi er við í endurgjørdu søguni.

Samstarvið millum kvinnurnar, unga leikstjóran og lívsklóka sjónleikaran, verður støðið undir søguni, sum við hugbindandi fasinatión, tankum um listaligt eftirlit og hvussu vit síggja kultfilm við nútíðareygum, brettir seg út á stóra og fiktiva nútíðarløriftinum.

Meðan filmsgerðin er í gongd, kámast mørkini millum endurgerð, minnisløtur og veruleika.

Meta-ræðufilmurin, ið ætlaði at endurskapa slasher-umhvørvið, verður nú í størri mun ein órógvandi og ørkymlandi søga um girnd, samleika og sálarfrøðiliga upploysn.

Jane Schoenbrun hevur fyrr gjørt “I Saw the TV Glow” (2024).

Hetta er karmurin, premissurin, um ummælararósta filmin hjá 39 ára gomlu Jane Schoenbrun, ið er av jødiskari ætt, uppvaksin í New York, útbúgvin í Boston, lýsir seg sum transfeminine og non-binary persón, og við stórum fagnaði fekk Queer Palm virðislønina í Cannes í ár fyri "Teenage Sex and Death at Camp Miasma", sum Filmsfelagið vísir í Havnar Bio mikudagin 4. november kl. 20

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder