Tann 12. august verður Ljósfest í Vagi, og eru hesir bólkar kunngjørdir: Hanus G Johansen, Section, Hjalmar og Dagfinn við bólki, Starlight, Marius, Herborg Torkilsdóttir og Deiggj.
Tað verður tó ein av Føroya mest garvaðu diskarum, ella plátuvendarum, sum tað fyrr kallaðist, ið byrjar Ljósfestina 2023.
Tað verður nevniliga Gissur Patursson, sum setur tónleikin í gongd, tá hann klokkan 20 fer á pallin. Hetta verður eftir at heiðranir av borgarum í Vági, ið hava heiður uppibornan, hevur verið.
Gissur Patursson hevur síðani sjeytiárini fingist við at diska, ella vera plátuvendari, og í mong ár stóð hann eisini á odda fyri LM handlinum í SMS í Havn, ið millum annað seldu plátur. Hóast hann seinnu árini hevur fingist við so mangt, so hevur hann ikki slept tónleikinum, og er framvegis virkin diskari.
Og tað verður hann eisini á Ljósfest 2023.
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald