Innanlands

Gist & Vist roknar við 19 milliónum í halli í ár

Felagið heitir á løgtingið um møguleika at hvør einstøk eind kann søkja hjálp sambært nýggja hjálparpakkanum, sum fær viðgerð á tingi í dag

2020-04-06 14:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av fyritøkunum, sum í stóran mun merkir avleiðingarnar av verandi undantaksstøðu, er felagið Gist og Vist, sum eigur og rekur hotell og matstovur.

Johannes Jensen, stjóri, hevur sent vinnunevnd løgtingsins eitt skriv har greitt verður frá støðuni, sum hon sær út í løtuni.

Og tað er ikki hugnaligur lesnaður.

Mánaðarligi umsetningurin er lækkaður úr 15 milliónum krónum til 1,3 milliónir. Ber 19 fólk av teimum 209 eru framvegis í arbeiði, bert seks ”rakstrareindir” eru framvegis virknar, men við skerdum virksemi og so hevur felagið mist næstan 4.500 gistingarnætur bara frá 17. mars og mánaðin út.

Felagið roknar við at koma út úr árinum í ár við einum halli á 18,8 milliónir krónur, skrivar Johannes Jensen í skrivinum.

- Hóast Gist & Vist er væl fyri til at standa ímóti øllum vanligum sveiggjum og niðurgongdum í virkseminum og marknaðinum, er vavið og undirskotið av koronatiltøkunum so mikið stórt, at Gist & Vist ikki sjálvt megnar at standa ímóti hesum, og felagið má tí hava hjálp uttanífrá fyri at yvirliva, stendur í brævinum.

Boðskapurin er at sleppa við í hjálparpakka 2. Tí hóast Gist og Vist er eitt stórt felag við nógvum virksemi, so byggir alt virksemið á sjálvstøðurar eindir við egnari leiðslu og roknskapi. Í miðsavnaðu leiðsluni hjá pf. Gist og Vist savnast einans átta starvsfólk, vísir stjórin á.

- Um hjálparpakki 2 varð veittur til hvørja rakstrareind sær, verður mett, at hetta er nóg mikið til, at Gist & Vist kann koma ígjøgnum ringastu tíðina av koronakreppuni fram til og við juni 2020. Eftir tað er mest sannlíkt eisini brúk fyri hjálp uttanífrá til Gist & Vist – men tað fer tíðin og gongdin at vísa.

”Uppskotið til løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19” hevur verið til viðgerðar í løgtingsins vinnunevnd fyrrapartin, og álitið skuldi eftir ætlan leggjast fram á tingfundi klokkan 14 í dag.

 

placeholder
placeholder