
Koronafarsóttin ávirkaði sum verða man gistingarnar í fjør. Í 2020 minkaðu gistingar á føroysku gistingarhúsunum við 70.000 gistináttum - tað svarar til góð 40 prosent. Talið var beint undir 95.000. Tað er tað lægsta síðani 2013, tá tað var 100.173.
Eftir at korona av álvara rakti samfelagið í mars, var tað bert í desember, at talið av gistináttum var hægri, enn tað var í 2020. Tølini fyri januar 2021 vísa eisini ein vøkstur í mun til undanfarna ár - á 20 prosent. Hetta er eitt úrslit av, at tað nú eru tvey nýggj gistingarhús í høvuðsstaðnum, og at serliga føroyingar eru meira á gistingarhúsi í Føroyum í mun til undanfarin ár. Føroyingar vitjaðu gistingarhúsini meira í fjør enn árið fyri. Næturnar vóru góðar 33.000 í tali, ið svarar til ein vøkstur á knøpp 10 prosent, sambært Hagstovuni.
Hagstovan skrivar eisini, at talið av útlendskum ferðafólkum, sum gistu á gistingarhúsunum í 2020, minkaði 55 prosent í mun til í 2019. Næturnar hjá teimum vóru góðar 60.000 í tali - tað minkaði við 75.000. samanborið við árið fyri. Til samanberingar var minkingin um 75% bæði í Danmark og Íslandi.
Størsta lutfalsliga minkingin í fjør var, ikki óvæntað, júst tá alt var farið nógv niður í ferð. Í apríl minkaði talið av gistináttum við 90 prosentum í mun til í 2019. Í desember vaks talið av gistináttum hinvegin sløk 25 prosent. Hetta vísir eitt nýtt fyribrigdi, har koronufarsóttin og nýggju gistingarhúsini - Hotel Brandan og Hotel Hilton - eiga stórar leiklutir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald