Innanlands

Gjørdi seg inn á tríggjar gentur - ein var dóttir hansara

Ein 34 ára gamal føroyingur er í rættinum í Randers dømdur 7 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan harðskap móti trimum smágentum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-19 14:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 34 ára gamal føroyingur er í rættinum í Randers dømdur 7 ára fongsulsrevsing fyri at hava framt kynsligan harðskap móti trimum gentum, sum vóru í aldrinum millum 10 og 13 ár.

Tað visti útvarpið at siga á middegi.

Hann varð handtikin í desember í fjør, og hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani. hann hevur í rættinum í Randers játtað seg partvís sekan.

Maðurin hevur gjørt seg inn á dóttir sína, vinkonu hennara og eina gentu í familjuni. Talan er um kynsligan harðskap sum fevnir um beinleiðis neyðtøku og til blygdanarskemd á netinum.

Videokjatt við dóttrina og vinkonu hennara avdúkaði mannin, tí foreldrini sóu hvat hendi.

Kynsligi harðskapurin móti gentuni í familjuni fór fram í tíðarskeiðinum 2010 til 2014, men tað var ikki fyrr enn at gentan gjørdi varug við, at løgreglan kannaði málið við hinum máðum gentunum, at hon greiddi frá, hvat maðurin hevði gjørt við seg.

Í kanningararbeiðinum er løgreglan komin á aðrar tilburðir við kynsligum harðskapi, sum millum annað eru á sjónbondum, sum eru funnin heima hjá manninum.

Maðurin skal rinda gentunum endurgjald, og hevur fingið forboð fyri at vitja í heimum, har børn eru, og børn sleppa ikki at vitja hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder