Mentan

Gobs skal seta lív í tónleikaveitsluna í Vágsbotni

"Tak for sidst" fer at runga á Voxbotn í summar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-12-01 19:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Popp-rapparin við borgarliga navninum Victor Gaardboe er føddur í 1999 og er vaksin upp í Roskilde.

Hann er nú kendur undir kunstnararnavninum Gobs og er hann veruliga við at blíva ein stór stjørna. Í summar kemur hann at spæla á Voxbotn.

Hann kom fram í 2018 við staklagnum ‘Vérités’ og hevur síðan hittað við løgum sum ‘Du & Jeg’, ‘Tro På Kærlighed’, og ‘Stupid Man’.

Gobs hevur samtarvað við Hjalmer, Branco og Thomas Helmig, og hevur í 2023 útgivið sína næstu plátu ‘Knuste Hjerter Heler Aldrig’ ið veruliga hevur sett ferð á popularitetin hjá Gobs.  

Í 2021 var hann kosin ársins nýggi danski tónleikari og í 2023 hevur hann skapað søgu við staklagnum ‘Tak for sidst’ eftir at sangurin - í 13 vikur á rað - lá sum nummar eitt á donskum hittlistum. Hetta hevur eingin annar megnað. Pláta hansara ‘Knuste Hjerter Heler Aldrig’ er eisini ein av mest spældu donsku fløgum nakrantíð.

Voxbotn verður 29. juni 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder