Innanlands

Góð ráð tá tú keypir mat heim við frá matstovu

Bílegg matin yvir telefon, ver so stutt inni og bíða sum gjørligt, og brúka gjaldskort, sum bara skal yvir gjaldsmaskinuna uttan at nerta við, eru nøkur av góðu ráðunum til tey, ið bíleggja sær mat út við

Mynd: Visualhunt

Mynd: Visualhunt

2020-03-22 13:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum, har teir flestu føroyingarnir halda seg heima, er sera hent at hava matstovur, ið bjóða fólki at keypa sær mat út við. Fleiri gera sær eisini dælt av hesum møguleikanum, men heitt verður á fólk um at tryggja sær, at reinførið er í lagi, tá tey keypa mat heim við frá matstovum.

Her eru fimm góð ráð at minnast til

  • Tað eru lítil sannlíkindi fyri, at korona smittar ígjøgnum matin.
  • Bílegg matin yvir telefon.
  • Ver so stutt inni og bíða eftir matinum sum gjørligt.
  • Fá um møguligt út-við-veitingar gjøgnum vindeyga ella annað – soleiðis at tað verður so lítil kontakt, sum gjørligt.
  • Brúka gjaldskort, sum bara skal yvir gjaldsmaskinu – ikki nerta við.

Kelda: corona.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder