2020-03-18 12:48

Nýggjastu tølini hjá Hagstovuni vísa, at nakað undir 900 milliónir krónur vórðu útgoldnar í lønum í februar.
Talið var um umleið 55 milliónir krónur meira enn sama mánað í fjør.
Talva: Hagstovan
Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni, ið vísur á, at vøksturin í lønargjaldingunum stendur við, hóast vøksturin í talinum av løntakarum gongur seinni enn hann hevur gjørt.
Hagstovan skrivar eisini, at munurin millum kynini er vaksandi.
Mannfólk fingu 65 prosent útgoldið - konufólk 35 prosent (beint yvir 300 milliónir krónur)
Talva: Hagstovan
Vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum. Sløk 65 prosent av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20 prosent í fiskivinnu og aðrari tilfeingisvinnu og 15 prosent í byggivinnuni, boðar Hagstovan frá
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/03/18/gallery-thumbnail/chart-(2).png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/03/18/gallery-thumbnail/chart-(2).png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/03/18/gallery-thumbnail/chart-(3).png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald