
Tað eru nú bara 3.166 metrar eftir at bora í Sandoyartunlinum. Í síðstu viku vóru 71 metra boraði, og sostatt eru nú tilsamans 7.619 metrar boraðir av tilsamans gott 11 kilometra langa tunlinum.
Í Traðardali vóru boraðir 28 metrar. Har eru nú boraðir í alt 4.052 metrar. Her eru teir staddir á 130,5 metrar dýpi.
Á Gomlurætt vóru boraðir 43 metrar í síðstu viku. Har eru nú í alt 3.567 metrar boraðir, og teir eru a 154,8 metrar dýpi.
Eftir ætlan skal vera koyrandi millum Sandoynna og Streymoynna í desember 2023. Mett verður at ferðslan verður 300-400 bilar um samdøgrið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald