Innanlands

Góðtekur ikki at tunlarnir Norður um fjall skulu afturum í røðini

Nú eiga tunlarnir norður um fjall tørn, sigur Steffan Klein Poulsen, tinglimur. Í økinum eystan Múla búgva fleiri enn 900 fólk, meðan tað í Fámjin búgva 79 fólk

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-05-30 20:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Miðflokkatinglimurin Steffan Klein Poulsen fer ikki at góðtaka at ein tunnil til Fámjins skal gera, at tunlarnir norður um fjall aftur bíða. Nú eiga teir tørn, sigur hann.

- Hyggja vit eftir kostnaðinum á ymsu tunlunum, ið skulu avloysa vandamiklar farleiðir, í samferðsluætlanini hjá Landsverk, í mun til fólkatal og ferðslu, er prísurin nógv lægstur fyri TNF. Orsøkin er, at heili 910 fólk búgva norðanfyri fjall og av tí sama eru bundin at hesi einu farleiðini, skrivar Steffan Klein Poulsen í lesarabrævi.

- Farleiðirnar til Dals (43 fólk), Fámjins (79 fólk) og Tjørnuvíkar (53 fólk) eru eisini vandamiklar farleiðir, sum skulu dagførast, men tað eru nógv færri fólk, ið eru bundin at hesum farleiðum.

- 464 milliónir krónur kann ljóða av nógvum pengum í mun til tær 114 milliónir krónurnar sum Fámjinstunnilin kostar. Eg vil tó enn einaferð undirstrika, at tað búgva 910 fólk norðan fyri fjall og bert 79 fólk í Fámjin, skrivar Steffan Klein Poulsen í lesarabrævi á lesarin.fo.

- Eg góðtaki á ongan hátt, at Tunlarnir norður um fjall skulu bakka fyri aðrari íløgu einaferð afturat, skrivar tinglimurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder