2020-03-05 11:40
Skattauppgerðin fyri 2019 hjá A-skattagjaldarum er nú komin. Tað upplýsir Taks í dag.
Tølini vísa, at uppgerðin passar hjá 21.242 borgarum, sum tískil hvørki skulu rinda írestandi skatt ella eiga avlopsskatt til góðar.
Tølini siga eisini, at 18.109 borgarar hava goldið ov nógvan skatt og fáa nú pening aftur. Í alt er talan um 52.483.355 krónur. Tey, sum hava goldið ov lítið, eru 1.708 í tali, og hesi fáa í næstum rokning fyri írestandi skatt. Hann er til samans 4.743.696 krónur, upplýsir Taks.
Eigur ein minni enn 25 kr. til góðar, verða tær ikki útgoldnar. Skyldar ein minni enn 100 kr., verða tær ikki innkravdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald