Innanlands

Gongd má á tunnil til Suðuroyar

Tað tekur millum sjey og níggju ár at gera Suðuroyartunnilin. Um koyrandi skal vera til Suðuroynna í 2030, má gongd koma á verkætlanina skjótt, sigur Sirið Stenberg

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-04 14:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, ótolnast nú eftir at meira ferð kemur á Suðuroyartunnilin. Málið er, at tað skal vera koyrandi til Suðuroynna í 2030, men tingkvinnan stúrir fyri, at tað ikki ber til at halda hetta.

Hon spyr landsstýrismannin nær han ætlar at kalla inn til fundar um politska semju um tunnilin. Eisini spyr hon, hvussu tað gongur við undankanningunum, nær tær vera lidnar, og nær tað kann væntast at vera klárt at bora.

Tingkvinnan vil vita um ætlanin framvegis er, at peningur ikki skal játtast fyrr enn frá 2015, og so spyr Sirið Stenberg eisini um ætlanin um 2030 fer at halda.

- Tað er upplýst fyri Løgtinginum, at fyrstu játtanirnar til Suðuroyartunnilin verða latnar í 2025. Tað er eisini upplýst, at tað tekur millum 7-9 ár at gera Suðuroyartunnilin, og at hetta er aftaná fyrireikingar, undankanningar og projekteringar eru gjørdar. Tískil er spyrjarin stúrin, um tað fer at bera til at halda málið um, at tað skal vera koyrandi til Suðuroynna í 2030, sigur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder