2020-10-30 17:48

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava nú verið í verkfalli næstan tvær vikur, men enn røkist einki fyri einari semju millum partarnar í lønartrætuni.
Ein roynd varð gjørd seinnapartin í dag, men støðan er óbroytt, veit Kringvarpið at siga.
Fíggjarmálaráðið vil halda seg til semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar fyri verkfallið, men felagið hjá sjúkrarøktarfelagnum vil ikki ramráðast út frá tí uppskotinum.
Sjúkrarøktarfrøðingarnar góvu í gjár undantøk til eitt trýst sjúkrahúsverk, men bara í 24 tímar. Seinnapartin í morgin skal støða aftur takast til um undantøkini skulu leingjast.
Landsstýrið fer væntandi at viðgera støðuna um vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald