Mentan

Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur jólini inn sunnukvøldið

17. desember verður konsert í Gøtu kirkju

(savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-12-11 16:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi sunnukvøld 17. desember klokkan 19.30 syngur Gøtu Kirkju Ungdómskór jólini inn í Gøtu Kirkju, og á konsertini luttekur eisini Gøtu Kirkju Barnakór.

– Skráin í ár er kanska tann mest fjølbroytta síðan kórið byrjaði at syngja jólini inn í 2011, við klassiskum og nýklassiskum jólaløgum- og verkum, sum fær øll í rætta jólahýrin. Temaði í ár er "klokkur", so hetta kemur eisini at seta sín helt serliga dám á konsertina, skrivar kórið í tíðindaskrivi.

– Kórið hevur vant nógv til konsertina, og verður sum altíð, sera væl fyrireikað, til at geva áhoyrarunum tí best møguligu jólakonsertina. Umframt kórið luttaka eisini tónleikarar saman við kórinum. Kórleiðari og organistur er Símun Hammer.

Konsertin er ókeypis, men høvi verður a tlata eina gávu til virksemið hjá kórinum. Eftir jólakonsertina verður drekkamunnur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder