Mentan

Gøtu kirkju ungdómskór syngur jólini inni sunnukvøldið

Vanliga er stúgvandi fult í Gøtu kirkju, tá kórið 4. sunnudag í advent hevur árligu jólakonsertina. Til konsertina, ið byrjar klokkan 19.30 sunnukvøldið, verða nýggir og gamlir jólasangir framførdir

2022-12-15 12:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Siðbundna jólakonsertin "Vit syngja jólini inn" í Gøtu kirkju, verður endiliga hildin aftur undir vanligum umstøðum 4. sunnudag í advent, tað vil siga sunnudagin 18. desember, klokkan 19.30.

Vanliga savnar konsertin 400 - 600 fólk, so tað ræður um at møta tíðliga, um  rætta plássið skal fáast.

Kórið hevur vant nógv til konsertina og verður, sum altið, sera væl fyrireika, til at geva áhoyrarum tí best møguligu jólakonsertina.

Kórið leggur dent á at hava nøkur nýggj elementir við hvørt ár til jólakonsertina - og í ár verður onki undantak. Til konsertina verða nýggir og gamlir jólasangir framførdir

Konsertin er ókeypis, men høvið verður at geva eina gávu til raksturin av kórinum, og tær avbjóðingar, sum kórið hevur fyri framman.

Gøtu Kirkju Ungdómskór

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder