Løgreglan fekk í gjárkvøldið fráboðan um, at nøkur fólk órógvaðu friðin úti í Nólsoy. Hesi høvdu millum annað tømt ein eldsløkkjara og tveitt ein bjargingarkrans út á sjógv.
Sambært løgregluni var talan um kend fólk – onkuntíð rópt tey húsvillu í Havn.
Tá Teistin seint í gjárkvøldi kom á Havnina stóð løgreglan fyri honum fyri at tosa við fólkini. Avhoyringarnar í dag vísa, um talan verður um herverksmál, segði vaktleiðarin hjá løgregluni í morgun.
Fyrr í gjár fekk løgreglan boð, um at ófriður var millum hesi ‘húsvilli’ í miðbýnum í Havn. Tá løgreglan kom á staðið, vóru tey ikki at síggja, men ein tíma seinni handtók løgreglan ein av persónunum, sum verður skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald