Mentan

Góvust at leita eftir veiðimanninum Niels Skifte

Filmsfelagið sýnir grønlendska heimildarfilmin ”Eg vil liva” 

2023-11-02 09:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin synir Filmsfelagið nýggja grønlendska heimildarfilmin ”Eg vil liva”.

Í 2014 kom kavi á Niels Skifte, tá hann og vinmenn vóru farnir at skjóta reinsdjór í Niaqunngunaq, vestanfyri Atammik í Grønlandi. Tíðarskeiðið, teir vóru farnir at skjóta, leið móti endanum, og eftir at vinmennirnir høvdu leitað uttan úrslit, boðaðu teir løgregluni frá um horva veiðimannin. 

Løgreglan, servandir hundar og ein rúgva av stuðlandi fólki fóru at leita eftir horvna veiðimanninum, eisini Air Greenland við S61 flogfari. 

Tá fjórði dagurin upprann uttan úrslit steðgaði øll leiting. 

Men tá Niels sætta dagin sá útróðrarmenn úr Atammik royna við gørnum, varð hann bjargaður.

Hetta er søgan um veiðimannin Niels Skifte, sum grønlendski leikstjórin Mads Petersen hevur gjørt til film.

“Inoorusuppunga – Jeg vil leve” verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið 8. november kl. 20. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder