Hann kyknaði leygardagin, og síðani hevur bert gingið ein veg. Fleiri enn 700 sløkkiliðsfólk hava saman við flogførum og tyrlum roynt at fingið tamarhald á skógareldinum, men tað hevur ikki eydnast.
Les eisini: Fleiri túsund flutt burtur orsakað av skógareldi
Kringvarpið skrivar, at eldhavið har norðuri á sponsku oynni breiðir seg skjótt í turra vøkstrinum. Umstøðurnar til hetta eru "góðar": Tað eru yvir 30 hitastig, luftin er turr, og fitt av vindi hevur verið.
Ongar fráboðanir eru um, at fólk eru komin til skaða. Næstan 10.000 fólk eru flutt burtur, og vegir eru stongdir av. Skógareldurin herjar í norðara enda av feriuoynni, og har eru ikki so nógv ferðafólk; nøkur av teimum eru tó flutt av gistingarhúsum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald