- Grannarnir vóru bidnir um at leggja seg niður og halda seg vekk frá vindeygunum. Tað var forferdiligt, og eisini við børnum í húsunum.
Hetta sigur ein granni, sum Portalurin hitti í Miðvági fyrrapartin. Í gjárkvøldið og í nátt var øgiligt rok í økinum, og skot vóru latin av. Tveir persónar vóru raktir.
- Eg legði merki til tað beint áðrenn klokkan 10. Tað er ikki óvanligt at slíkt hendir her í økinum, men hetta var tað ógvusligasta.
- Løgreglumenn gingu uttan fyri húsini við skjøldri og hjálmi, sigur grannin, sum sigur at tey hoyrdu sjey skot tilsamans.
Í økinum kring húsini, har hendingin fór fram í gjárkvøldið, hevur løgreglan avbyrgt, og løgreglan stendur eisini á varðhaldi.
Grannar vóru avhoyrdir í nátt, men skulu eisini avhoyrast í dag, skilst.
Fólk frá Københavns Politi og Ríkisløgregluni eru boðsend til at vera við í víðari kanningararbeiðinum.
Les eisini: Løgreglan skeyt eftir hóttandi persóni í Miðvági
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald