Heilivágur av slagnum triptanir er tann besti ímóti migrenu. Tað staðfestir nýggj gransking, har altjóða og danskir granskarar hava kannað virknaðin av ymsum sløgum av heilivági móti migrenu, skrivar Ritzau.
Kanningin vísir, at hetta slagið gevur besta linna móti migrenupínum, vísa úrslitini.
- Vit hava sammett fleiri sløg av heilivági. Nú vita vit, at triptanir virka best, sigur Messoud Ashina, professari á nevrologiskari deild á ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, sambært Ritzau.
Hesin heilivágurin hevur verið á marknaðinum síðani nítiárini, men óvæntað fáir migrenusjúklingar, fáa henda heilivág útskrivaðan, sigur professarin.
- Umleið 15 til 20 prosent av øllum við migrenu fáa hetta slagið. Tað er alt ov fá, tá vit nú vita hvussu væl tað riggar, sigur Ashina.
Orsøkin til at heilivágurin ikki er so útbreiddur er, sambært Messoud Ashina, at læknar og sjúklingar um okkara leiðir hava eina skeiva uppfatan av evninum.
- Í Danmark hava vit lyndi til at undirviðgera migrenu. Summi halda, at tað er ógvusligt at brúka ávísingarheilivág móti migrenu, sigur hann.
Í dag verða flestu migrenusjúklingar tí viðgjørdir við vanligum pínustillarum. Summi brúka nýggjari og dýrari migrenuheilivág, sum kanningin vísir, virkar verri enn triptanir.
Granskararnir, sum hava gjørt kanningina vóna, at nýggja vitanin fer at geva fleiri migrenusjúklingum eina betri viðgerð.
- Vit mæla til at skapa størri tilvitan um migrenu sum sjúku. Nógv eru undirviðgjørd og høvdu havt gagn av at skift viðgerð, sigur Ashina.
Triptanir virka við at tálma signalevnum, sum skapa pínurnar og óbehag hjá migrenusjúklingum. Evnið stabiliserar nervakyknurnar og æðrarnar, sum eru ovurávirkaðar undir migrenuherðindunum.
Eins og við øðrum heilivági móti migrenu, kunnu triptanir hava hjáárin so sum møði og vaml. Men tað eru tey fægstu, sum vilja uppliva hetta, sigur Messoud Ashina.
Tað hevur tikið granskarunum trý ár at finna fram til, hvat evni er best móti migrenu, skrivar Ritzau.
Granskingin er gjørd av Dansk Hovedpinecenter á Ríkissjúkrahúsinum saman við Oxford University. Talan er um størstu kanning av sínum slag við umleið 90.000 luttakarum.
Granskingin hevur raðfest 17 ymiskar heilivágir móti migrenu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald