Heilt skjótt eftir at coronavirusi byrjaði at spreiða seg, fóru granskarar kring heimin í gongd við at kanna sjúkuna nærri og í gongd við at royna at finna eitt koppingarevni. Við læknatøknini í dag er skjótt at gerast klókari uppá ymiskar sjúkur og sóttir, men tað varð mett, at eitt koppingarevni ikki fór at verða til reiðar fyrrenn einaferð næsta ár.
Nú koma tíðindi úr Ísrael, ið siga nakað annað. Granskarar í Ísrael eru í gongd við at framleiða eitt koppingarevni, ið verður til reiðar einaferð seinni í ár – helst í summar.
Ráðharrin innan vísindi og tøkni, Ofir Akunis, váttar fyri The Jerusalem Post tað er nær við:
- Gongst eftir ætlan verður koppingarevni til reiðar innan fáar vikur, og so verður til at fáa fatur á aftaná 90 dagar, ið er tíðarskeiðið, har tað skal góðkennast
Akunis er vísur í, at tann tilgongdin fer at ganga skjótt. Hann ynskir Migal, ið er granskingarstovnurin, ið er arbeiðir við málinum, tillukku við spennandi gjøgnumbrotinum.
Migal hevur áður ment eitt koppingarevni móti IBV-virusinum, sum ger at flogfenaður fær lungnatrupulleikar. Chen Katz, ið er lívtøkniligur leiðari, sigur við The Jerusalem Post, at tað var heldur heppið, at funnið varð fram til eitt møguligt koppingarevni fyri covid-19. Katz staðfestur, at coronavirussi minnir um IBV, ið granskarar á Migal hava arbeitt við seinastu fýra árini. Hetta ger, at sannlíkindini fyri, at eitt koppingarevni verður klárt til fólk innan stutta tíð, eru stór.
Les eisini: WHO: Nú stúra vit meira fyri restini av heiminum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald