Innanlands

WHO: - Nú stúra vit meira fyri restini av heiminum

Seinasta samdøgrið hava sjey lond, millum annað Danmark og Noreg, havt sínar fyrstu tilburðir av Coronavirusinum. Talið av tilburðum seinastu tíðina er størri uttanfyri í Kina enn í Kina

Aðalstjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, uttast til høgru. Hann mælir til, at støðan verður handfarin skjótast gjørligt í ymsu londunum (Mynd: EPA)

Aðalstjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, uttast til høgru. Hann mælir til, at støðan verður handfarin skjótast gjørligt í ymsu londunum (Mynd: EPA)

2020-02-27 16:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í farnu viku ljóðaði, at talið av Corona-tilburðum var støðugt lækkandi, og at støðan viðvíkjandi covid-19 var batnað - serliga í Kina har virusi hevur sín uppruna.

Støðan seinastu dagarnar í serliga Italia er tó nógv versnað; í Norðuritalia herjar virusið og tað hevur har gjørt vart við seg í væl størri mát enn í øllum øðrum londum í Evropa samanlagt. Talið av smittaðum í suðurevropeiska landinum er nú farið uppum 401, og fólk úr millum annað Spania og Danmark eru smittaði við covid-19 í norðara parti av Italia. 

Les eisini: Fimm fólk deyð av Corona í Italia
                  Fyrsti danin smittaður við Corona
                  Minst 48 lond og seks heimspartar nú raktir

Hetta seinasta stóra samdøgrið hava lond sum Sveits, Eysturríki, Kroatia, Rumenia, Grikkaland og Iran fingið staðfest sínar fyrstu tilburðir. Ein kvinna í Tromsø er eisini rakt av coronavirusinum, ið WHO og londini royna sítt ítarsta fyri at tálma útbreiðsluni. 

Les eisini: Starvsfolk á TV2 í Danmark send í karantenu
               Noreg: Fyrireika seg uppá at fjórði hvør verður smittaður

Talið av tilburðum seinastu tíðina er størri uttanfyri í Kina enn í Kina, har yvir 80.000 eru smittaði síðani síðst í desember 2019. Seinastu tveir mánðirnar hevur sjúkan herjað hart í heimsins fólkríkasta landið, men coronavirusi breiðir seg nú ikki eins skjótt og áður í Kina. Tedros Adhanom Ghebreyesus, stjóri í WHO, hevur eisini sagt á tíðindafundi seinnapartin, at heimsheilsustovnurin nú ber mest ótta fyri tí, sum nú fer fram kring heimin. 

Ghebreyesus heitti á tey londini, ið nú hava havt sínar fyrsti tilburðir, um at gera skjótt av og fara "ágangandi til verka móti virusinum". Hetta fyri at forða fyri at fólk gerast sjúk og doyggja. 2747 fólk eru deyð av covid-19 í Kina - 54 fólk uttanfyri Kina hava latið lív orsaka av virusinum. 

Stjórin í WHO segði, at hetta framvegis kan gerast ein heimsfarsótt, men sló samstundis fast, at tað ikki er orsøk til ovurræðslu og at eingin ætlan er at avlýsa stór heimstitøk sum OL, ið skal vera í Tokyo í summar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder