Innanlands

Gransking við Bønhústoftina í Leirvík

Hetta arbeiðið er raðfest í sambandi við, at gøta skal gerast runt um toftina

Í góðveðrinum í seinastuni hava starvsfólk á Tjóðsavninum gingið aftur og fram, bøk fyri bøk, og gjørt kanningar við GPR-tóli (Mynd: eysturkommuna.fo)

Í góðveðrinum í seinastuni hava starvsfólk á Tjóðsavninum gingið aftur og fram, bøk fyri bøk, og gjørt kanningar við GPR-tóli (Mynd: eysturkommuna.fo)

2025-04-22 18:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í góðveðrinum í seinastuni hava starvsfólk á Tjóðsavninum gingið aftur og fram, bøk fyri bøk, við Bønhústoftina í Leirvík.

Tey hava gjørt kanningar við GPR-tóli (Ground Penetrating Radar), ið kann visa á, hvat finst undir moldini.

Hetta arbeiðið er vorðið raðfest í samband við, at gøta skal gerast runt um toftina soleiðis, at tað verður bæði høgligari og hugnaligari hjá alminninginum at spáka sær ein túr.

- Spennandi verður at síggja, hvørji úrslit serfrøðingarnir koma fram til.  

Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder