Granskingarráðið boðar í dag frá, at stuðul er játtaður til tvær verkætlanir afturat, sum skula granska í korona-tengdum viðurskiftum.
- Politisk leiðsla og samskifti í undantaksstøðu - hvussu Føroyar loftaðu koronakreppuni”
Ætlanin er at kortleggja og greina politiska samskiftið og leiðsluna í sambandi við koronakreppuna. Hetta er fyri tíðarskeið frá tí, at fyrsti føroyingurin var smittaður av COVID19 (3. mars), til støðuna vit nú eru í.
Verkætlanarleiðari er Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Aðrir luttakarar eru Rógvi Olavson, Bárður Larsen og Kári Holm Johannesen. Stuðulin er 68.593 krónur
Hvussu verður sálarheilsan hjá barnakonum ávirkað av COVID-19 kreppuni og víðkaðu varsemisreglunum hjá Sundhedsstyrelsen.”
Kanningin verður gjørd við spurnarbløðum og samrøðum, har barnakonur verða bidnar at seta orð á, hvussu tær hava tað í hesi undantaksstøðuni. Hetta verður gjørt aftaná 28. viku av viðgongutíðini.
Verkætlanarleiðari er Sanne Storm, granskari á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum. Stuðulin er 128.068 krónur
13 verkætlanir fingið stuðul fyri samanlagt 2,5 milliónir krónur
Hetta er fimta umfar av stuðli frá COVID-19 átakinum. Tilsamans hava nú 13 verkætlanir fingið 2.538.141 krónur í stuðli frá Granskingarráðnum.
Sí samlað yvirlit her
Formliga ber enn til at søkja stuðul til korona-tengdar granskingarverkætlanir, tøka stuðulsupphæddin er avmarkað og nakrar umsóknir verða í løtuni viðgjørdar, boðar Granskingaráðið frá. Hildið verður tó fram við skipanini, so leingi játtan er tøk til endamálið.
Stuðulin til COVID-19 granskingina kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá fleiri vinnufyritøkum í Føroyum. Tilsamans umleið 3,1 mió. kr. eru tøkar til átakið. Talið av fyritøkum, sum hava stuðlað, er nú komið uppá 10.
Kelda: gransking.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald