Innanlands

Granskingarráiðið sett 2,5 milliónir av til at granska koronavirus

Hetta ger ráðið saman við fleiri vinnufyritøkum. Stuðul kemur eisini frá Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum. Stórur tørvur er á meira vitan á økinum, skrivar Granskingarráðið

2020-04-08 09:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder
Granskingarráðið lýsir nú við upp til 2,530 mió kr. í stuðli til granskingarverkætlanir í sambandi við COVID-19. Stuðulin kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og fleiri vinnufyritøkum.

Grankarar í Føroyum hava fingið bjóðað at søkja stuðul til verkætlanir sum kunnu setast í gongd alt fyri eitt. Á heimasíðu sínari skrivar Granskingarráðið, at koronavirusið hevur við sær heilt óvanligar avbjóðingar - bæði á heilsuøkinum og fyri alt samfelagið sum heild - og at stórur tørvur er á meira vitan, sum kann bøta um átrokandi avleiðingar av farsóttini nú, og sum kann styrkja samfelagið til at standa ímóti stórum avbjóðingum í framtíðini.

Í høvuðsheitinum kann talan kann vera um stuðul til innsavning og skráseting av data, skipan av komandi granskingarverkætlanum og til granskingarverkætlanir. 

Tað ber til at søkja um stuðul til løn til umsøkjara og onnur fólk, sum arbeiða við verkætlanini umframt rakstrarútreiðslur og minni útgerð - upp til 50.000 krónur. Hvær játtan kann til 500.000 krónur

Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma, og longu nú hevur Fakfelagssamstarvinum fingið slakar 320.000 krónur úr Sjúkrakassagrunnninum, skrivar kvf.fo. Hesin peningurin skal brúkast til eina kanningarverkætlan, sum eitur “Sálarheilsan hjá føroyskum løntakarum undir COVID-19 átøkunum”. Annika Helgadóttir Davidsen ph.d. og granskari á Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu skal leiða verkætlanina.

Poul Michelsen samtakið, Bank Nordik og Tjaldur hava higartil stuðlað granskingaráðnum í hesum sambandi, skrivar Granskingarráðið.
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder