Í vikuni varð farið í gongd at grava bumbuskýli við Skála Skipasmiðju fram aftur. Tað skal varðveitast sum eitt minni um eina serliga tíð við Skálafjørðin og í Føroyum undir seinna heimsbardaga.
Í bókarøðini ”Av Tinghellu á Førjaklettin”, sum Helgi Jacobsen greiddi úr hondum fyri Runavíkar kommunu, stendur soleiðis skrivað: ”Kjølbro átti tá skipasmiðjuna, og hann bygdi ett bumbuskýli til bedingsmenninar oman fyri el-deildina á skipasmiðjuni. Tað mundi vera um seks ferðir átta metrar stórt, armerað og stoypt úr tjúkkum betongi. Tað var alt undir jørð, við flagi omaná. Tvær niðurgongdir vóru, ein í sunnara og ein í norðara enda.”
Bumbuskýlið varð lagt undir tá parkeringspláss varð gjørt har í 80'unum.
Eldri skálamenn hava verið góðir ráðgevar í royndini at grava skýlið framaftur, teir kendu neyvu staðsetingina, og harvið kundi felagið Voyt, sum í fyrstu syftu tekur sær av málinum, raka rætt í fyrstu royndini, sigur Runavíkar kommuna
Nú skal avgerð takast um hvussu hetta bumbuskúlið skal varðveitast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald