Nakrar minuttir yvir tólv í dag vóru atgongumerki til familjusangleikin Julius í Likkudali sett til sølu á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.
Og tað var ein gravgangur sum sjáldan er at síggja, tá sýningar verða lagdar út. Upp á tíggju minuttir var nærum útselt, siga fyrireikararnir.
Tvær sýningar vórðu lagdar afturat teimum fimm fyrstu, og har eru nøkur fá atgongumerki eftir. Men fleiri sýningar verða ikki, tí pallurin verður tikin niður og Norðurlandahúsið skal brúkast til annað virksemi.
Fyriskipararnir fegnast um stóra áhugan, og boða frá, at venjingarnar ganga væl.
Tað er Sasho Bjartsson, sum stendur fyri framleiðsluni, og hevur skrivað leikritið til sangleikin, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum síðst 25. til 27. november.
Til sangleikin eru sjey sangir framleiddir. Tað eru kend nøvn innan tónleikin, sum hava snikkað tekstir og løg, so sum Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Beinir Troest Rasmussen og Hjørdis Johansen. Sangirnir eru spældir inn í studio hjá Kristoffer Mørkere.
Les eisini: Sasho setur stóran familjusangleik upp í Norðurlandahúsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald