Innanlands

Greiða frá hjálparpakkanum í morgin klokkan 11

Tíðindafundur verður í Kringvarpinum fyrrapartin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-02 22:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 11 í morgin verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um hjálparpakka 2 til fólk og fyritøkur.

Á tíðindafundinum verða Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Helgi Abrahamsen greiddi í Degi og viku í kvøld frá, at við nýggja hjálparpakkanum verður møguligt hjá fyritøkum at fáa upp til 80.000 krónu um mánaðin í tríggjar mánaðir. Hetta til at rinda fastar útreiðslur.

Fyritøkur sum fáa lut í hjálparpakkanum, sleppa ikki at gjalda út vinningsbýti í trý ár, og stjórin í fyritøkunu kann ikki tjena meira enn 600.000 krónur í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder