Innanlands

Greiningarrit um Føroyar og Russland lagt fram fríggjadagin

Høvundarnir eru Heini í Skorini, Hans Ellefsen, Tór Marni Weihe, Flemming Splidsboel og Páll Holm Johannesen, greinari í Vinnuhúsinum

2024-11-26 16:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Granskingarráðið: Fríggjadagin 29. november leggja granskarar á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum fram rit, sum greinar viðurskiftini millum Føroyar og Russland. 

Frágreiðingin er fíggjað av granskingarskránni FASDINA (Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic), sum Granskingarráðið umsitir. Frágreiðingin greinar viðurskiftini og viðger ymiskar tættir í viðurskiftunum landanna millum.

Høvundarnir, sum hava gjørt frágreiðingina, eru Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, Hans Ellefsen, lektari í búskaparfrøði, Tór Marni Weihe, granskingarhjálpari og cand.mag. í russiskum viðurskiftum, Flemming Splidsboel, serfrøðingur í russiskum viðurskiftum á Dansk Institut for Internationale Studier, og Páll Holm Johannesen, greinari í Vinnuhúsinum.

Ein partur snýr seg um broytingarnar í føroyska russlandspolitikkinum frá 2014, tá Russland hertók Krim-hálvoynna, til februar 2022, tá Russland gjørdi innrás í alt Ukraina.

Ein annar partur greinar russisk áhugamál og nationalar russiskar strategiir, m.a. viðvíkjandi Arktis og Norðuratlantshavi, maritimu strategi Russlands og russisku ambitiónini um at røkka nationalum sjálvbjargni viðvíkjandi matvøruframleiðslu. Tað merkir, at Russland hevur ætlanir um at gera seg óheft av innflutningi, ið, sum frá líður, kann raka føroyskar útflutningsfyritøkur.

Ein triði partur greinar fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland, sum hevur verið endurnýggjað á hvørjum ári síðani 1977. Greiningin vísir, at avtalan hevur givið Føroyum yvirskot seinnu árini, men ikki í 2024. Orsøkin til, at avtalan ikki longur gevur yvirskot, er minkandi kvotan í Barentshavinum og hækkandi prísir á makreli, sum russar í umbýti fiska í føroyskum sjógvi.

Ein fjórði partur greinar, hvussu lutvísi havnastongsilin ávirkar teir partar av vinnulívinum, sum hava veitt russiska flotanum í føroyskum sjógvi vørur og tænastur. Avmarkandi tiltøkini merkjast, og fyritøkur halda, at Føroyar í størri mun áttu at gjørt sum Noreg: Hert eftirlitið við russiskum skipum, men færri avmarkingar á, hvørji skip kunnu brúka útvaldar norskar havnir.

Tiltakið fyrrapartin 29. november er býtt upp í tveir partar. Fyrst verður frágreiðingin um Føroyar og Russland løgd fram og eftir ein steðg fer eitt annað toymi av granskarum at leggja fram greiningarrit undir yvirskriftini “Hybridar hóttanir” í altjóða politikki. Hetta er eisini stuðlað av FASDiNA skránni.

Skráin fyri tiltakið fríggjadagin 29. november:

09:00 -10:15: Viðurskiftini millum Føroyar og Russland
Heini í Skorini, lektari, Fróðskaparsetur Føroya
Tór Marni Weihe, granskingarhjálpari, Fróðskaparsetur Føroya
Hans Ellefsen, lektari, Fróðskaparsetur Føroya

10.30-11.45: Hybridar hóttanir og altjóða politikkur
Greyzones in Greenlandic foreign policy: Ramus Leander Nielsen, Ilisimatusarfik
Cybersecurity: Jeppe Teglskov Jacobsen, Royal Danish Defence College
Fishery - Royal Greenland as a case: Merete Lindstrøm, Head of Communication, Royal Greenland
Telecommunication infrastructure: Mette Simonsen Abildgaard and Laura Kocksch, Aalborg University
Chinese influence: André Ken Jakobsson, University of Southern Denmark
Food Security: Robert Imré, Fróðskaparsetri Føroya
Economic Security: Robert Imré

Tiltakið á veghæddini í Jónas Broncksgøtu 25 í Havn er ókeypis og opið fyri almenninginum.

Lesið frágreiðingina, Frá Krim til Kyiv - ein greining av viðurskiftunum millum Føroyar og Russlandher.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder