Uttanlands

Grikkaland: Mitsotakis fær fýra ár afturat

Flokkurin Néa Dimokratía gjørdist størsti flokkur á seinna valumfarinum í gjár

Kyriakos Mitsotakis fær enn eitt valskeið sum forsætisráðharri (Mynd: Reuters)

Kyriakos Mitsotakis fær enn eitt valskeið sum forsætisráðharri (Mynd: Reuters)

2023-06-26 09:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var seinna valumfarið í Grikkalandi, og flokkurin Néa Dimokratía (Nýtt Demokrati) við Kyriakos Mitsotakis á odda gjørdist aftur størsti flokkur.

Flokkurin fekk 40,5 prosent av atkvøðunum og 158 tingsessir, meira enn 20 prosent frammanfyri næststørsta flokkinum Syriza, sum var í stjórn frá 2015 til 2019.

Harvið hevur Mitsotakis, sum hevur verið forsætisráðharri frá 2019 fram til í mai í ár, tryggjað sær fýra ár afturat sum stjórnarleiðari, skrivar Reuters.

21. mai, fóru grikkar eisini á val. Tá gjørdist flokkurin hjá Mitsotakis eisini størsti flokkur, men tað eydnaðist tað ikki Néa Dimokratía at fáa nóg stóra undirtøku til at kunna skipa stjórn einsamallur.

Tá eingin nýggj stjórn varð skipað eftir fyrsta umfar, varð skipað fyri einum nýggjum valumfari. Í tíðini millum tey bæði valumførini hevur Grikkaland verið stýrt av einari starvsstjórn.

Sambært lógini fær tann flokkurin, ið fær flestar atkvøður á seinna valumfarinum millum 20 og 50 eykasessir, alt eftir, hvussu stóra undirtøku flokkurin hevur, og flokkurin hjá Mitsotakis fekk allar 50, skrivar BBC.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder