2018-07-30 10:59
Ein grind var í dag funnin av landi út fyr Syðradali á Streymoynni.
Jn.fo veit at siga, at talan er um stóra grind, og at hon gekk vestureftir. Enn vóru bátar ikki komnir til grindina.
Finnbogi Midjord, sýslumaður, segði við dagur.fo beint fyri klokkan 11, at enn vóru bátar ikki komnir til grindina, men at ein av grindaformonnunum í Vágum var farin út at kanna umstøðurnar.
- Tað einasta eg veit er, at tað í løtuni rekur suðureftir, og so er neyvan møguleiki at reka grindina til Vágar sum støðan er júst nú. Eg fái nærri at frætta seinni, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald