Tað er tað sama. Vit gera einki við tað, so leingi tilmælini eru soleiðis, sum tey eru, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður, tá vit ringja at hoyra nærri, nú tað ljóðar at grindaboð eru í høvuðsstaðnum.
Grindin er funnin út fyri Yviri við Strond seinnapartin.
Onkur metir, at talan er um eini tjúgu hvall ella so, upplýsir Finnbogi Midjord, sum sigur, at so leingi 100 fólk ella fleiri ikki kunnu savnast, verður grind ikki dripin.
Fyri nakað meira enn einari viku síðani var grind funnin í Sørvágsfirði. Avgerð var tikin um at merkja nakrar hvalir, men av tí, at nakrir teirra rendu seg fastar vóru 18 dripnir. Tveir vóru merktir, og tíggju hvalir vóru riknir út aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald