2020-06-06 11:41
Í morgun varð boðað frá, at ein grind lá út fyri Selvík á Sørvágsfirði. Ógreitt er, hvussu stóra grind talan var um, men hon varð ikki hildin til.
Tað sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður við JN.fo.
Orsøkin er, at tað verður mett ómøguligt at drepa grind, so leingi sum tilmælini um frástøðu skulu haldast.
Fyri góðum mánað síðani segði Finnbogi Midjord eisini við Dimmalætting, at eingin grind verður hildin til áðrenn 30. juni í fyrstu atløgu. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald