Siðvenja er í Vági at grindabátarnir hvørt ár gera útferð 2. hvítusunnudag. Farið verður antin av Vágsfjørði ella av Vágseiði og siglt verður við seglum og róð til grannabygdir í oynni. Hendan siðvenjan man fara at tátta í 20 árum og gekk leiðin í ár til Víkarbyrgis.
Í dýrdar veðri byrjaði dagurin sum vant á Garðabrúgv – og sum vant eisini við sálmasangi og andakt, sum Frelsunarherurin og Orðið á borðið skipaðu fyri. Bátarnir vórðu síðani flotaðir og farið varð út eftir Vágsfjørði.
Bátarnir settu segl, men so lítið av vindi var, at seglini munaðu lítið og onki – og varð tí í góðveðrinum spakuliga róð til Víkarbyrgis.
Teir flestu grindabátarnir eru væl yvir 100 ár og tann elsti, Gjógvarábáturin, verður 150 ár komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald