2021-04-16 13:23

Seinastu tíðina hevur merkta grindin úr Vestmanna ferðast í økinum við Rosemary bankan, sum liggur 80 fjórðingar suður úr Ytra banka.
Áðrenn hetta hevði grindin ferðast eina tíð í norðara kanti av Rockall bankanum, men fór síðan beina kós eystur móti bretska landgrunninum, áðrenn hon so vendi norður yvir aftur, skrivar Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni.
Grindin melur sostatt framhaldandi aftur á aftur gamlar slóðir.
(Mynd: Havstovan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald