2020-06-15 23:12
Grindin, sum varð merkt í Bø fyri eitt sindur meira enn einari viku síðani, hevur hildið kósina í ein útsynning, og er nú sunnanvert Lúsabanka.
Hon hevur ferðast rættiliga skjótt, 80 fjórðingar seinasta samdøgrið, og er nú 265 fjórðingar úr landi.
Talan var um einar 30 hvalir, sum vóru riknir inn á Bø, og av tí at 18 av teimum rendu seg fastar, varð gjørt av at avlíva teir.
Tveir hvalir vóru merktir, og tíggju vórðu riknir út aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald