2024-06-13 07:36
Aftur í gjár fekk løgreglan grindaboð úr Vági.
Men talan er um somu lítlu grindina, sum boðað var frá týsdagin. Avgerð er tikin um, at henda grindin er so mikið lítil, at tað ikki loysir seg at halda henni til, og tí fáa teir fáu grundahvalirnir loyvi til at grindast víðari á Vágsfirði, til teir finna út aftur á opið hav, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Les eisini: Lítil grind fekk frið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald