2021-01-22 14:49

Grindin úr Vestmanna, sum varð merkt 13. november í fjør, hevur seinastu tíðina hildið seg vestur av Ytstabanka.
Hon hevur ferðast nakað norður og suður, eftir hellingini, har dýpið hevur ligið millum 1.500 og 2.500 metrar.
Sambært Havstovuni er grindin í løtuni stødd 300 fjórðingar úr landi.
(Mynd: Havstovan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald