placeholder
Innanlands

Grønland letur upp fyri føroyingum og íslendingum

Air Greenland byrjar flúgvingina til Reykjavík í dag

2020-06-17 10:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyingar, sum vilja brúka nýfingna møguleikan til at ferðast til Grønland uttan at verða rakt av koronaforðingum, hava nú eisini møguleika at fara umvegis Ísland.

Í dag tekur Air Greenland upp rutuna millum Nuuk og Reykjavík. Hesin túrur verður flogin tvær ferðir um vikuna, mikudag og leygardag, skrivar Sermitsiaq.

Íslendingar og grønlendingar kunnu nú ferðast frítt til Grønland uttan at skula taka koronatest frammanundan. Heldur ikki eru krøv um test ella sóttarhald, tá komið verður til Grønlands, skrivar Sermitsiaq.

Orsøkin til hetta er, at londini ikki longur hava koronasjúku. Kravið til ferðandi úr Føroyum og Íslandi er, at tey ferðandi skulu hava fastan bústað í hesum londum og ikki hava verið burturi í øðrum londum innan fyri seinastu 14 dagarnar.

Í Grønlandi hava tey sett eitt mark á 600 flogferðafólk um vikuna til landið, men ferðandi úr Íslandi og Føroyum verða ikki tald upp í hesi, skrivar Sermitsiaq.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder