Ongin vandi er fyri, at koronasmittan spjaðir seg í Grønlandi, nú ein nýggjur tilburður av korona varð staðfestur í Aasiaat um vikuskiftið.
Tað vissaði grønlendski landslæknin, Henrik L. Hansen, á tíðindafundi í Nuuk í dag.
Sambært landslæknanum hava tey tamarhald á støðuni, og bert evarska lítil vandi er fyri, at smittan spjaðist.
- Ongin hevur verið útsettur fyri smittuni. Sjúklingurin kom til landið hósdagin, men vit halda, at at smittuvandin hevur verið lítil ella ongin, segði Henrik L. Hansen á tíðindafundinum.
Landslæknin greiddi frá, at borgarin tvær ferðir varð testaður negativur áðrenn fráferð í Danmark, men at ein test eftir komuna til Grønlands, vísti, at hann var positivur.
Nýggi tilburðurin broytir einki um ætlanirnar um at lata upp fyri Grønlandi 15. juni, segði Kim Kielsen, landsstýrisformaður á tíðindafundinum.
15. juni seta grønlendsku myndugleikarnir gongd á ’fasu 1’ í upplatingini av landinum, og tað merkir, at loyvt verður 600 fólkum at koma til landið um vikuna. Sermitsiaq skrivar, at fólkini skulu kunna vísa eina negativa test, sum er í mesta lagið fimm daga gomul.
Tá hesi koma til Grønlands, skulu tey beinleiðis í sóttarhald. Fimta dagin skulu tey taka eina nýggja roynd, og er hon negativ, kunnu tey fara úr sóttarhaldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald