Umfatandi smittutilbúgving varð sett í verk í Grønlandi í gjár, tá trý av ferðafólkunum umborð á Air Greenland flogfarinum úr Danmark boðaðu flogmanningini frá, at tey ikki kendu seg væl.
Talan var um persónar, sum komu úr Føroyum, men búsitandi í Grønlandi.
Tá flogfarið kom til Kangerlussuaq, stóð landslæknin við manning fyri ferðafólkunum, og tey trý ferðafólkini, sum eftir øllum at døma komu úr Føroyum vórðu avbyrgd fyribils.
Royndir vórðu tiknar av teimum tá tey komu í land, og síðan vórðu sett sett í sóttharhald á Hotel Kangerlussuaq. Ikki fyrr enn í dag væntast at fáa staðfest ella ikki um tey eru smittað við corona-virus, tí royndirnar skuldu til Danmarkar fyrst at kannast.
Eru tey smittað, er talan um fyrstu tilburðirnar í Grønlandi.
Restin av ferðafólkunum umborð á flogfarinum fingu loyvi til at fara víðari. Men tey av ferðafólkunum, sum vórðu mett at hava verið útsett fyri smittuvanda hava fingið boð um at fara í sjálvbodna avbyrging innan tveir dagar. Hini hava fingið boð um at vera serliga ansin eftir møguligum sjúkueyðkennum, skriva norskir miðlar.
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, og Martha Abelsen, landsstýriskvinna við heilsumálum, upplýstu um hvaðani smittaðu ferðafólkini komu, á tíðindafundi í gjár.
Væntandi verður nýggjur tíðindafundur í dag, tá úrslitini av kanningunum í Danmark liggja klár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald