Mentan

Grønlendskur filmur innstillaður til filmsvirðisløn

Hetta er fyrstu ferð, at filmur frá teimum sokallaðu sjálvstýrandi økjunum innan norðurlendska samstarvið er innstillaður at finna filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins

(Mynd: Freyr Sævarsson)

(Mynd: Freyr Sævarsson)

2023-08-22 12:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Síðan 2002 hevur ein filmsvirðisløn verið millum virðislønirnar, sum Norðurlandaráðið letur á hvørjum ári í sambandi við ársfundin í ráðnum.

Higartil hava tað bert verið filmar úr teimum ‘stóru’ norðurlondunum, sum hava innstillað og vunnið hesa virðislønina.

Men í ár hevur ein grønlendskur filmur møguleika at vinna. Í ár eru nevniliga seks filmar innstillaðir til heiðurin – teirra millum grønlendski filmurin Alanngut Killinganni (The Edge of the Shadows) hjá filmsleikstjóranum Malik Kleist, sum eisini hevur skrivað handritið.

Teir innstillaðu filmirnir til virðislønina vórðu kunngjørdir í dag. Hinir innstillaðu filmirnir eru:

Danmark: Viften. Leikrit: Anna Neye. Leikstjórn: Frederikke Aspöck.

Finnland: Kupla. Leikrit: Reeta Ruotsalainen. Leikstjórn: Aleksi Salmenperä

Ísland: Á ferð með Mömmu. Leikrit og leikstjórn: Hilmar Oddsson

Noreg: Krigsseileren. Leikrit og leikstjórn: Gunnar Vikene

Svøríki: Motståndaren. Leikrit og leikstjórn: Milad Alami

Um trønlendska filmin 'Alanngut Killinganni' verður sagt, at leikstjórin á sjáldsaman hátt sigur eina søgu, ið byggir á forteljingar og mytologi hjá inuittum. Her er frásøgukynstur, humor og óhugni frá siðbundna grønlendska skaldskapinum á mannamunni. Grønlendska landslagið er eisini ein týðandi partur av søguni, og vøkru landsløgini eru við til at styrkja kensluna av ótta og órógv og gevur harvið filminum eina eyka dimensjón.

Um søgugongdina verður sagt, at átta ár eru liðin síðan seks ungfólk vórðu álopin av sagnveruni Qivittoq í Qaqqat Alanngui. Tuuma er ferðaleiðari í Nuuk og siglir runt við ferðafólki. Á einum av hesum túrunum biðja ferðafólkini hann sigla til staðið, har tey ungu vórðu álopin í síni tíð, og Tuuma játtar, hóast honum ikki dámar tað.

Men tá tey koma fram, gerst illgrunin hjá Tuuma til veruleika, og tey bæði ferðafólkini hvørva. Tuuma stimar í skundi aftur til Nuuk fyri at fáa hjálp frá løgregluni. Men er tað skilagott at venda aftur fyri at leita eftir ferðafólkunum, tá Qivittoq’ar gera um seg í fjøllunum?

Vinnarin av filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins verður avdúkaður í Oslo 31. oktober. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder