Uppgávan er henda: sniðgev ein arbeiðsbát til alivinnuna, sum einans nýtir grøna orku. Onga olju.
Fyritøkan, sum vinnur útboðið, sleppur at gera sáttmála við Bakkafrost, sum letur bátin byggja. Sjálvandi treytað av, at nóg góð uppskot koma inn.
Tað eru Norðurlendska Ráðharraráðið og Føroya Landsstýri, sum hava tikið stig til verkætlanina, sum hevur til endamáls at finna grønar orkuloysnir til fjarløgd øki. Føroyska alivinnan varð tikin við upp á ráð, og hon gjørdi av, at Bakkafrost skuldi luttaka vegna vinnuna.
Kaj Leo Holm Johannesen er norðurlendskur samstarvsráðharri, og hann hevur skrivað undir eina ætlanaravtalu við Regin Jacobsen, stjóra hjá Bakkafrost.
- Tað hevur so mangan verið sagt, at vit hava ongar loysnir til at gera okkara skip og bátar grøn, og at tey noyðast at brúka olju. Men við hesari verkætlanini eru vit við til at finna loysnir til at gera sjóvinnuna umhvørvisvinarliga, sigur Kaj Leo Johannesen, samstarvsráðharri.
Bakkafrost brúkar umleið 60 arbeiðsbátar í alingini og fegnast um møguleikan at fáa umhvørvisvinarligar bátar.
- Hjá Bakkafrost hava vit leingi havt burðardygd sum eitt av okkara fremstu virðum. Hetta er ein uppløgd verkætlan hjá okkum at vera við í. Vónandi eydnast hon so mikið væl, at bátar, riknir við grønari orku, verða sjálvsagdir hjá øllum alibrúkum, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
Umhvørvisstovan stendur vegna landsstýrið fyri verkætlanini. Orkudeildin har vísir á, at henda verkætlanin er við til at gera okkum meira effektiv og fjølbroytt í nýtsluni av grønari orku. Tað stendur teimum, sum vilja lata inn uppskot til útboðið, frítt at velja grøna orkukeldu. Í útboðstilfarinum verða nevndir møguleikar fyri at nýta elorku frá grønum orkukeldum, partvíst beinleiðis og partvíst umgjørd til brennievni at nýta í eitt nú brennikyknum.
- Komandi árini byggja vit vindorkuna munandi út, og vit vita, at nógvar dagar fer nógv avlopsorka at vera. Hetta er ein verkætlan, sum kann gagnnýta og goyma júst hesa orkuna, sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni.
Aliarbeiðsbáturin fær 4 milliónir krónur í stuðli frá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Eydnast alt væl, fer báturin at sigla fyri Bakkafrost í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald