2021-04-18 10:40

Eina løtu í morgun var ikki koyrandi á landsvegnum við Fossá, nærindis Haldarsvík. Orsøkin var, at nógv grót var lopið oman á vegin.
Tað var um klokkan átta í morgun, at løgreglan fekk boð um hetta, og góvu tey boðini víðari, so vegurin kundi ruddast.
Av politistøðini verður sagt, at tað nú er koyrandi eftir vegnum aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald