Innanlands

Grundraksturin 1,6 millión - yvirskotið ein hálv millión

Suðuroyar Sparikassi hevur gjørt ársrokniskapin fyri 2019 upp. Hann er eru tey í sparikassanum ikki so nøgd við, men útlitini fyri 2020 eru góð

2020-03-31 16:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast hvassa kapitalódn og lágt rentutrýst, heldur Suðuroyar Sparikassi fast. 

Grundraksturin hjá Suðuroyar Sparikassa var 1,6 mió. kr. í 2019, meðan yvirskotið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2019 var 0,5 mió. kr. 

- Vit eru minni nøgd við 2019, og spent uppá 2020, sigur Søren L. Bruhn, bankastjóri. 

Útlánini hjá Suðuroyar Sparikassa minkaðu í 2019 við 1,4 prosentum - úr 582 mió. kr. til 573 mió. kr. Suðuroyar Sparikassi valdi at tálma útlánini fyri at nøkta komandi kapitalkrøvum (NEP og ískoytiskrøvum til kapital) og minkaði samstundis um kredittváðan, meðan búskapurin enn er í støðugum vøkstri. Innlánini hækkaðu við 2,9 prosentum - úr 700 mió. kr. til 721 mió. kr. 

Sparikassin byrjaði í april 2019 samstarv við DLR um realkredittfígging. Fyrsta árið eru 8 % av øllum 1. veðrættunum hjá Sparikassanum fíggjaði við realkredittlánum. Komandi árini verða enn fleiri realkredittfíggjaði lán. 

Úrslitið áðrenn skatt í 2019 var 0,5 mió. kr. Rentu- og ómaksgjøld hækkaðu úr 26,2 mió. kr. í 2018 til 26,7 mió. kr. í 2019. Vinningurin av virðisbrøvum var 136 t.kr. samanborið við eitt tap á 261 t. kr. í 2018. Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við 1,0 prosenti úr 23,8 mió. kr. í 2018 til 24,0 mió. kr. í 2019. 

Niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn v.m. vóru 1.254 t.kr. samanborið við 726 t.kr. í 2018. 

Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri 2020 verður positivt við á leið 2,0 - 2,5 mió. áðrenn skatt. 

Árið 2019 var áhugavert við nógvum spennandi verkætlanum, men eisini við tilætlaðari lækking í útlánunum og vøkstri í realkredittlánum. 

Hópfígging av kommunuskuld setti eisini Sparikassan á heimskortið í 2019. Sparikassin var fyrsti peningarstovnur at bjóða hetta. Lánið varð fullteknað. Sparikassin metir hópfígging verða framtíðarinnar fíggingarhátt við øllum teimum nýggju tøkniligu møguleikunum og í samsvar við rákið við skiftisbúskapi. 

Í november gjøgnumførdi Sparikassin eina kosna kapitalhækkan á nominelt 4.400 t.kr. fyri at bjálva seg til framtíðina. Sparikassin er nú bara 2,1 % stig frá at uppfylla komandi lógarkrøv til kapital í 2025. Sostatt er solvensurin 17,6 %, meðan harða lógarkravið frá Fíggjareftirlitinum 1. januar 2020 er 10,9 % og samlaða lógvarkravið (bleytt og hart) er 15,9 %. 

Hans Petur Joensen heldur fram sum formaður í nevndini, og Gudfinn Olsen heldur somuleiðis fram sum næstformaður. Óli Holm stillaði ikki uppaftur eftir 25 ár í nevndini, og formaðurin takkaði honum fyri trúgva tænastu hesi mongu árini. Í nevndina fyri Óla Holm er valdur Rúni Joensen, advokatur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder