Ikki hevur verið so nógv at hoyrt til Guðrið Hansdóttir síðstu árini, men nú kemur hon sterkt aftur við staklagi og myndbandi, av komandi útgávuni “Gult myrkur”, sum kemur út 22. apríl.
Staklagið eitur “Blátt myrkur” og snýr lagið seg um eitt fløkjut parlag, har ein fær kensluna av, at vera hálaður niður í tað bláa. Huglagið er lætt, men sorgblítt, og saman við akustiskum guittara og minimalistikum elektroniskum rútmum, smelta tónanir saman til eitt litfagurt univers.
Tað eru navnframu Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen, sum hava framleitt og lagt lagið til rættis. Guðrið hevur skrivað lagið og orðini eru eftir Lív Mariu Ráadóttir Jæger.
Vár Samulesen, sum hevur leikstjórnað og framleitt videolagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald