Mentan

Guðrið Hansdóttir og Marius Ziska framføra á Summarfestivalinum

Summar Festivalurin hevur í dag kunngjørt tvey nøvn

Marius Ziska (Mynd: Sverri Egholm)

Marius Ziska (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-07 21:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tvey av fremstu og mest aktuellu tónleikanøvnunum í Føroyum vera við á Summar Festivalinum í ár.

Guðrið Hansdóttir og Marius Ziska hava konsertir á landsins størsta tónleikatiltaki í august.

[object Object]

Guðrið Hansdóttir hevur givið tónleik út síðani 2007, og hesi árini síðani hevur hon regluliga gjørt vart við seg við útgávum og framførslum. Seinasta útgávan, tann frálíka Gult Myrkur, kom út í fjør, og við henni legði Guðrið fantastiskar sangir afturat sínum ríka sangskatti. Nú kemur Guðrið Hansdóttir við bólki á Summar Festivalin at framføra.

Marius Ziska er tað heitasta navnið í føroyskum tónleiki, eftir at bólkurin hevði framúrskarandi konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri og gevur nýggja plátu út. Marius Ziska hevur við sínum fangandi og sveimandi sangum skapt nakað heilt serligt í føroyskum tónleiki. Í august framførir Marius Ziska á Vágsbø.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 3. til 5. august. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder