Mentan

Guðrið Poulsen fær Heiðursgáva landsins

Fyri sítt ótroyttiliga listaarbeiði, har handverk og list gongur upp í eina hægri eind

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-22 19:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leirlistakvinnan, Gurðið Poulsen, hevur júst fingið Heiðursgávu landsins.

Hetta hendi á hátíðarhaldi, sum Almanna- og mentamálaráðið skipar fyri í konsertsalinum Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla í kvøld.

Við heiðursgávu landsins fylgja 75.000 krónur. 

Grundgevingin hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, er soljóðandi:

Guðrið Poulsen er slóðbrótari innan leirlist í einum landi, har onki brúkiligt leir finst. Støðugt bjóðar listakvinnan sær sjálvari og okkum av í leitanini eftir rúmligum abstraktiónum yvir náttúruna, menniskjað og tilverunnar ævigu spurningar.

Hennara gávaðu hendur leita fram sansaligar og kropsligar upplivingar, ið skapa brúgv millum lítla koppin og manshøgu installatiónina, millum gerandisdagin og listina.

Guðrið Poulsen hevur havt fleiri framsýningar og hevur vunnið fleiri listprýðingarkappingar, bæði í Føroyum og uttanlands. Hon hevur verið virkin á lista- og mentanarpallinum í mong ár, og hennara fjølbroytta virksemi fevnir eisini um skeið og undirvísing, so bæði leik og lærd hava fingið ágóðan av stóru vitanini og kunnleikanum hjá henni.

Fyri ótroyttiliga virksemið, har handverk og list ganga upp í eina hægri eind, fær Guðrið Poulsen Heiðursgávu landsins 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder