Sunnudagin tann 13. august kl. 15 verður gudstænasta í gjónni við Gjógv.
– Hetta átakið tók seg upp fyri sjey árum síðani og gjørdist ein kærkomin siðvenja. Tey tvey koronuárini var onki, men í fjør tóku vit tráðin uppaftur, og væntandi fer gudstænastan í gjónni at verða hildin hvørt ár framyvir, skriva fyrireikarar í tíðindaskrivi.
Í ár verður tað dómpróstur Uni Næs, sum fer at prædika. Organistur verður Gudmundur Mortensen, og Eiðis Ljómfelag fer eisini at spæla.
Kórsangur verður somuleiðis, og í ár verður tað kórið Silvitni, stjórnað av Cinthia Gonzales Parada. Eisini verður tónleikur við gittaraúrmælinginum Sergio Martinez úr Vestmanna/Meksiko. Viðrar verður dómpróstur skjútsaður inn í gjónna av kvinnumanning úr Sundalagnum.
– Øll árini hava fólk tikið fjølment undir við hesi gudstænastuni, og fyrireikararnir eru spentir uppá og vóna, at nógv fólk aftur í ár fara at leita sær í stórbæru náttúruna og góðu løtuna í gjónni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald