2021-12-22 16:29

Í gjár varð boðað frá, at Fólkakirkjan mælti frá at hava innandura gudstænastur jólaaftan orsakað av koronustøðuni, og tí verður skipað fyri fleiri uttandura gudstænastum.
Í Hoyvík verður skipað fyri gudstænastu uttan fyri Hoyvíkar kirkju jólaaftan klokkan 16.
Talan er um eina stutta gudstænastu við sálmum og jólaprædiku, og mælt verður til, at fólk taka sálmabókina niður sum app at syngja úr.
Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur, prædikar.
Heitt verður á fólk um ikki at seta bilarnar á sjálvt parkeringsplássið við kirkjuna, men heldur á p-plássini nærhendis, verður sagt.
Les eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald